Fólkatingsval

Í Føroyum verða tveir fólkatingslimir valdir.

Føroyar eru eitt valdømi.

 

Útskriving av fólkatingsvali

Fólkatingsval verður útskrivað við opnum kongaligum brævi. Tað kann við opna kongaliga brævinum latast ríkisumboðsmanninum at áseta ein annan valdag enn tann, ið ásettur er fyri hin partin av ríkinum.

Ríkisumboðsmaðurin kunngerð beinleiðis hareftir valdagin.

Í Føroyum verða tveir fólkatingslimir valdir.

Føroyar eru eitt valdømi.

 

Valrættur og upptøka á vallistan

Valrætt til Fólkatingið hevur ein og hvør, ið hevur danskan heimarætt, er fyltur 18 ár og hevur fastan bústað í ríkinum, uttan so at viðkomandi er gjørdur undir verjumáli. 

Eingin kann útinna valrætt uttan at standa á vallistanum. 

Persónar, sum fyribils eru búsettir uttanlands, kunnu í summum førum metast at hava fastan bústað í ríkinum og hava sostatt valrætt til fólkatingsval, sambært niðanfyristandandi.

Hesir persónar, sum búgva fyribils uttanlands, og hjúnafelagar, sum liva saman við hesum persónum, verða mettir at hava fastan bústað í ríkinum:

1) Persónar, ið eru sendir í tænastu uttanlands sum starvsfólk hjá almennum myndugleika, privatum virksemi ella privatum felag í ríkinum.

2) Persónar, ið eru staddir uttanlands sum starvsfólk hjá altjóða felagsskapi, sum Danmark ella Føroyar eru limir í.

3) Persónar, sum eru sendir í starv uttanlands hjá einum hjálpifelagsskapi í ríkinum.

4) Persónar, sum ætla at nema sær útbúgving uttanlands.

5) Persónar, sum eru uttanlands av heilsuávum.

6) Persónar, sum eru uttanlands, og sum hava tilknýti til ríkið burturav verða javnsettir við teir persónar, sum eru nevndir í nr. 1-5.

Veljarar, ið búgva fyribils uttanlands, skulu eftir áheitan setast á vallistan í teirri kommunu, har teir seinast hava verið meldaðir til fólkayvirlitið. Áheitanin um upptøku skal latast kommunustýrinum, sum síðan skal lata ríkisumboðnum til avgerðar áheitanina við skjalváttan um, at viðkomandi hevur danskan heimarætt, er 18 ár og ikki er gjørdur ómyndugur, og við frágreiðing um, nær viðkomandi seinast hevur verið meldaður til fólkayvirlitið í kommununi. Avgerðir um upptøku á vallistan eru galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin er tikin.

 

Valevnisfráboðan og -góðkenning

Eingin kann stillast upp til val uttan sjálvur at hava bjóðað seg fram sum valevni. Ein persónur kann antin stilla upp sum valevni fyri ein flokk, sum við seinasta løgtingsval hevur vunnið umboð í Løgtinginum og sum framvegis er umboðaður har, tá ið valið varð útskrivað, ella sum uttanflokka valevni. Eitt uttanflokka valevni skal góðkennast av í minsta lagi 150 og í mesta lagi 200 veljarum sum stillarar í Føroyum.

Tilsøgn um valevni skal sendast formanninum í valstýrinum í seinasta lagi kl. 18 ellivu dagar fyri valdagin.

Flokkarnir skulu í seinasta lagi kl. 18 átta dagar fyri valdagin siga valstýrinum frá, hvørji valevni flokkurin kann góðkenna.

Beint eftir at freistin hjá valevnunum at boða er úti, skal valstýrið kanna, um rættstundis valevnisumsóknir eru galdandi. Valstýrið kunnger so skjótt sum til ber tær góðkendu valevnisfráboðaninar.

 

Atkvøðugreiðslan á valdegnum

Atkvøðugreiðsla fer fram á hvørjum valstaði í einum høli, ið kommunustýrið ávísir. Atkvøðugreiðslan á valdegnum byrjar kl. 9 og heldur fram til kl. 20 og so leingi hareftir, veljarar

framvegis møta fyri at greiða atkvøðu. Valrættur verður útintur við persónligari uppmøting. Atkvøðugreiðsla fer fram í atkvøðurúminum, har bert veljarin má vera til staðar.

 

Atkvøðugreiðsla við brævi fyri veljarar, ið eru skrásettir á vallistanum í eini kommunu í Føroyum (føroyskir veljarar)

Veljarar, sum eru í Føroyum, og sum eru forðaðir í at møta til atkvøðugreiðslu á valdegnum, kunnu brævatkvøða á einhvørjum fólkayvirliti. Sjófólk og fiskarar kunnu harumframt brævatkvøða hjá Føroya Landfúta ella hjá einum sýslumanni ella mynstringarstjóra.

Veljarar, sum eru innlagdir á sjúkrahúsi ella øðrum heilsu- ella uppihaldsstovi ella eru undir læknaviðgerð heima, kunnu brævatkvøða á sjúkrahúsinum ella stovninum ella heima.

Brævatkvøðan verður greidd tveimum persónum, tilnevndir av valstýrunum. Atkvøðugreiðsla við brævi kann fara fram tríggjar vikur undan valdegnum, tó kunnu sjófólk og fiskarar greiða atkvøðu við brævi seinastu tríggjar mánaðirnar undan valdegnum.

Brævatkvøða kann seinast verða greidd næstseinasta yrkadag (gerandisdag) undan valdegnum (íroknað leygardag).

Fyri at brævatkvøðan skal teljast við, má hon tó greiðast í so mikið góðari tíð, at hon er komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar kl. 9 á valdegnum. Hetta hevur serliga týdning, um brævatkvøðan skal sendast eini aðrari kommunu.

 

Atkvøðugreiðsla við brævi fyri veljarar, ið eru skrásettir á vallistanum í eini kommunu í Danmark ella í Grønlandi (danskir og grønlendskir veljarar)

Danskir og grønlendskir veljarar, sum eru í Føroyum, kunnu greiða brævatkvøða á teimum føroysku fólkayvirlitunum ella hjá landfútanum, sýslumonnunum, ríkisumboðnum í Føroyum og leiðaranum fyri Forbindelseselementið í Føroyum (AKO).

Ongar reglur eru um seinastu freist at brævatkvøða fyri danskar ávikavist grønlendskar veljarar í Føroyum. Brævatkvøðan fyri bæði danskar og grønlendskar veljarar í Føroyum má tó, fyri at verða tald við, greiðast í so mikið góðari tíð, at hon er komin fram til valnevndirnar/atkvøðuleiðaran, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar kl. 9 á valdegnum í Danmark og Grønlandi.

Atkvøðugreiðsla við brævi fyri føroyskar veljarar, sum eru í Danmark, Grønlandi ella uttanlands

Veljarar, sum eru skrásettir á vallistanum í einari kommunu í Føroyum, og sum eru í Danmark, Grønlandi ella uttanlands, kunnu brævatkvøða har. Veljarar, sum eru í Danmark ella Grønlandi, kunnu brævatkvøða á einum fólkayvirliti ella á øðrum stað, har brævatkvøða kann latast. Veljarar, sum eru uttanlands, kunnu brævatkvøða á einari danskari sendistovu ella konsulátari umboðan.

Atkvøðugreiðsla við brævi í Danmark, Grønlandi og uttanlands kann fara fram seinastu tríggjar mánaðirnar undan valdegnum.

 

Uppgerð av valinum

Tá atkvøðugreiðslan er liðug, og óútflýggjaðir atkvøðuseðlar v.m. eru upptaldir og pakkaðir, telja valstýrini og tilnevndu veljararnir tær greiddu atkvøðurnar. Talt verður, hvussu nógvar atkvøður hvør flokkur og hvørt valevni hevur fingið.

Tá ið formaðurin í valnevndini hevur fingið frágreiðing frá øllum valøkjum, verða tær greiddu atkvøðurnar taldar saman, og ein fyribils uppgerð av valinum verður gjørd. Straks eftir hetta verður frágreiðing latin Ríkisumboðnum um alt talið á avgreiddum atkvøðum fyri hvønn flokk og hvørt uttanfloks valevni og fyribils úrslitið av valinum.

Í seinasta lagi vikudagin eftir valið fíntelur valnevndin (endaliga uppgerðin av valinum).

Seinast dagin eftir fínlteljingina, sendir formaðurin í valnevndini Ríkisumboðnum eitt avrit av valbókini, sum alt fyri eitt sendir innanríkis- og heilsumálaráðharranum eitt avrit.

Fólkatingið góðkennir valið hjá valevnunum.

 

Klagur um fólkatingvalið

Ein og hvør kann kæra um fólkatingsval. Kærur skulu stílast Fólkatinginum og sendast Ríkisumboðnum. Kæran skal vera Ríkisumboðnum í hendi seinast vikudagin eftir valdagin. Hereftir verður kæran send innanríkis- og heilsumálaráðharranum, ið víðarisendir Fólkatinginum hana.

 

Lóg um fólkatingsval í Føroyum 

Víst verður annars til kunngjørda lóg um fólkatingsval í Føroyum (lovbekendtgørelse nr. 1432 af 1. december 2023 om folketingsvalg på Færøerne), ið kann takast niður í PDF-stødd her: